Tíðindi

Minningarhald teirra sjólátnu

31.10.2023

Mikudagin 1. november er allahalgannadagur og minningardagur teirra sjólátnu. Sum siðvenja er verður skipað fyri minningarhaldi fleiri staðni í kommununi.

Minningarhald við Gjógv
Minningargudstænasta í Gjáar kirkju kl. 13.00. Emil Olsen, stiftsprestur, talar. Síðani verður farið til minnisvarðan, har kransar verða lagdir.

Minningarhald í Haldórsvík
Minningarhald teirra sjólátnu verður í Haldórsvíkar kirkju 14.00. Jákup Erlingsson Petersen, sóknarprestur, talar. Síðani verður farið niðan til minnisvarðan, har kransar verða lagdir.

Minningarhald í Hósvík
Minningarhald teirra sjólátnu verður í Hósvíkar kirkju kl. 15.30. Jákup Erlingsson Petersen, sóknarprestur, talar. Síðani verður farið til minnisvarðan, har kransar verða lagdir.

Seinastu tíðindi

05
mai
Dagstovnaleiðari til Sunda kommunu
02
mai
Kunngerð um broyting av byggisamtykt fyri Sunda kommunu
01
mai
Fráboðan og áminning um hegnskyldu
13
apr
Kunngerð um broyting av byggisamtykt fyri Sunda kommunu
13
apr
Kunngerð um broyting av byggisamtykt fyri Sunda kommunu
05
mai
Borgarafundur í Saksun
05
mai
Ástaðarfundur um ferðslu­viðurskiftir á Mýrivegi, Norðskála
02
mai
Føðingardagur og starvsdagar við Stórheygg