Tíðindi

Fráboðan um fund í Náttúrufriðingarnevndini

13.11.2023

Við hesum verður boða til ástaðarfund í nevndini mikudagin 15. Novembur 2023 kl. 13.30

Møtt verður við Landsvegin við Fossá millum Langasand og Haldórsvík. 

Til viðgerðar: Umsókn Sunda kommunu um loyvi til ljósseting í fossin við Fossá, Haldórsvík. 

 

Eigarar, brúkarar ella onnur, ið hava rættindi, kunna møta á staðnum og kunna tey, ið møta á fundi, fáa høvi til at bera síni sjónarmið fram munnliga ella við skrivliga at lata tey inn.

Tey, ið hava fingið fundarboð, og ikki ynskja at koma til fundar, eiga rætt til skrivliga at senda nevndini umrøðu av málinum, sambært § 13 stk. 5 í náttúrufriðingarlógini (løgtingslóg nr. 48 frá 9. juli 1970 um náttúrufriðing). Umrøðan má í seinasta lagi verða sýslumanninum í hendi fundardagin.

Kristjan Martin Joensen,
sýslumaður

Seinastu tíðindi

29
nov
Reglugerð fyri flogfenaðhald
28
nov
Jóla­trø­ini tendra og jóla­brandbilu­rin vitjar
17
nov
Útbjóðing av bussleið­ini í Sunda kommunu
15
nov
Skúla­barnaflutn­ingur í Sunda kommunu – Útbjóðing
02
nov
Sunda kommuna bjóðar vinnuni til morgundrekka
24
nov
Býráðsfundur 27. novembur 2023
23
nov
Vinnan til morgunmat
21
nov
Áheitan um at rudda økið á Oyrarbakka