Tíðindi

Skúlabarnaflutningur í Sunda kommunu – Útbjóðing

15.11.2023

Skúlabarnaflutningurin verður við hesum boðin alment út frá 1. mars 2024.

Sáttmálatíðarskeiðið er fyri skúlaárið 2023/2024 (frá 1. mars 2024) og til og við skúlaárið 2027/2028.

Talan er um flutning av næmingum úr øllum bygdum í Sunda kommunu, sum hava sína skúlagongd í Skúlanum við Streymin.

Við í tilboðnum er eisini koyring av næmingum úr skúlanum í Hósvík og Hvalvík til Oyrarbakka, sum skulu svimja og hava ítrótt á Oyrarbakka.

 

Útbjóðingartilfarið við upplýsingum um leiðir og treytir annars eru at fáa á kommunuskrivstovuni.

 

Tilboð skulu verða kommununi í hendi í seinasta lagi 6. desember 2023 klokkan 12:00 tá tey verða latin upp

á kommunuskrivstovuni á Oyrarbakka.

 

Fyrispurningar kunnu setast Sunda kommunu við at ringja á telefonnummar +298 66 72 71 ella við at skriva

ein teldupost til sunda@sunda.fo

 

Seinastu tíðindi

05
mai
Dagstovnaleiðari til Sunda kommunu
02
mai
Kunngerð um broyting av byggisamtykt fyri Sunda kommunu
01
mai
Fráboðan og áminning um hegnskyldu
13
apr
Kunngerð um broyting av byggisamtykt fyri Sunda kommunu
13
apr
Kunngerð um broyting av byggisamtykt fyri Sunda kommunu
05
mai
Borgarafundur í Saksun
05
mai
Ástaðarfundur um ferðslu­viðurskiftir á Mýrivegi, Norðskála
02
mai
Føðingardagur og starvsdagar við Stórheygg