Tíðindi

Útbjóðing av bussleiðini í Sunda kommunu

17.11.2023

Bussleiðin verður við hesum boðin alment út frá 1. mars 2024.

Sáttmálatíðarskeiðið er frá 1. mars 2024 til 30. juni 2028.

Talan er um tvær leiðir. Verandi leið 1, sum koyrir millum Hósvík og Oyrarbakka, verður víðka til eisini at umfata Eiðis kommunu. Leið 2 er leiðin millum Tjørnuvík og Oyrarbakka.

Útbjóðingartilfarið við upplýsingum um leiðir og treytir annars eru at fáa á kommunuskrivstovuni.

Tilboð skulu verða kommununi í hendi í seinasta lagi 6. desember 2023 klokkan 12:00 tá tey verða latin upp á kommunuskrivstovuni á Oyrarbakka.

Fyrispurningar kunnu setast Sunda kommunu við at ringja á telefonnummar +298 66 72 71 ella við at skriva ein teldupost til sunda@sunda.fo 

Seinastu tíðindi

05
mai
Dagstovnaleiðari til Sunda kommunu
02
mai
Kunngerð um broyting av byggisamtykt fyri Sunda kommunu
01
mai
Fráboðan og áminning um hegnskyldu
13
apr
Kunngerð um broyting av byggisamtykt fyri Sunda kommunu
13
apr
Kunngerð um broyting av byggisamtykt fyri Sunda kommunu
05
mai
Borgarafundur í Saksun
05
mai
Ástaðarfundur um ferðslu­viðurskiftir á Mýrivegi, Norðskála
02
mai
Føðingardagur og starvsdagar við Stórheygg