Tíðindi

Roknskapurin 2023 einmælt samtyktur

28.05.2024

Á býráðsfundi í gjár 27. mai 2024 samtykti býráðið einmælt roknskapin fyri 2023.

Sunda kommuna er væl nøgd við roknskapin fyri 2023, har samlaðu inntøkurnar vóru 106,5 mió.kr. ella smáar 6 mió.kr. meira enn árið fyri. Raksturin hjá kommununi kom upp í 81,3 mió.kr., sum er ein rakstrarvøkstur á 4% í mun til 2022.

Í fjør setti býráðið sær fyri at fara undir stórar løgur í m.a. útstykking á Oyrarbakka og nýggja brúgv um Stórá millum Hvalvík og Streymnes. Meðan arbeiðið við útstykkingini byrjaði í fjør heyst gott hálvt ár eftir upprunaliga ætlað, verður brúgvin um Stórá gjørd í ár, og tí vóru løgurnar munandi minni enn upprunaliga ætlað. Sunda kommuna gjørdi løgur fyri 17,3 mió.kr. í 2023.

Við eini inntøku á 106,5 mió.kr., einum rakstri á 81,3 mió.kr. og løgum fyri 17,3 mió.kr. hevði Sunda kommuna eitt avlop á 7,8 mió.kr. í 2023, sum hevur lækkað nettuskuldina tilsvarandi.

Samlaða nettoskuldin er minkað við 30 mió.kr. hesa býráðssetuna, úr 51,8 mió.kr. niður í 22,0 mió.kr. Sunda kommuna er væl fyri fíggjarliga og er skuldin í dag einans 0,2 álíkningar, og av tí sama samtykti býráðið í november at lækka skattaprosentið úr 21,5% niður í 20,95%.

Seinastu tíðindi

04
okt
ABC vikan byrjar mánadagin 7. oktober 2024
01
okt
Tyrlan flýgur í Hósvík 01.10.2024
25
sep
Býráðsfundur 30. september 2024
23
sep
Fysioterapeutur til VEKS
20
sep
Felagssangur í Náttúrulundini
20
sep
Vælkomin á mentan­ardagar í Sunda kommunu 13. - 22. septembur 2024
18
sep
Trivnaðarøkið í Hósvík
16
sep
Havnameistari og tilbúgvingarleiðari í Sunda kommunu