Tíðindi

Vælkomin á mentanardagar í Sunda kommunu 13. - 22. septembur 2024

20.09.2024

Um bert fáar dagar byrja mentanardagarnir í Sunda kommunu 2024.

Í døgunum 13. - 22. septembur verða mentanardagar í Sunda kommunu, og nógv spennandi stendur á skrá aftur í ár! Hetta verða nakrir dagar fyri bæði stór og smá, við millum annað setan, felags morgunmati, gyklaranum Rógva Dam, vatnkríggi, mála leir, kondibingo, bátatúri, sangframførðslum, fjallatúri, kelvarenning, kondibingo, fyrilestrum, skótahugna, kassabilakapping og nógvum nógvum øðrum góðum upplivingum! Tað er tykkum borgarum at takka, at skráin er so rúgvusmikil og fjølbroytt, og tað skulu tit hava stóra takk fyri. 

Faldarin til mentanardagarnar varð borðin út í øll hús í vikuskiftinum. Hyggi í postkassan. Ynskja tit ein eyka faldarar eru tit vælkomin á kommunuskrivstovuna eftir einum. Skráin kann eisini síggjast her 

Góðar mentanardagar øll somul! Vit síggjast :)

Seinastu tíðindi

17
des
Almennir býráðsfundir 2026
16
des
Prísurin fyri grund­stykkir lækkar
15
des
Kommunuskrivstovan fer í jólafrí
12
des
Fitt vitjan á kommunuskriv­stovuni
10
des
Stuðul til nýggjárshald
09
des
Býráðsfundur 15. desember 2025
02
des
Almenn áheitan á Landsverk
01
des
Jólasøga á bókasavninum