Tíðindi

ABC vikan byrjar mánadagin 7. oktober 2024

04.10.2024

ABC vikan byrjar við sangi

Fyri sjeyndu ferð á rað verður ABC vikan á skránni. ABC vikan er ein vika, har Heilsustýrið varpar ljós á sálarliga heilsu við tiltøkum, lýsingarátøkum og eini frágreiðing við nýggjum úrslitum um evnið. Í ár byrjar vikan við einum tiltaki, ið fevnir um borgarar kring alt landið, tá eggjað verður til at syngja ABC sangin saman.

Yvirskipaða ABC vikan hjá Heilsustýrinum er í eina viku, sum í ár er í viku 41, frá 7.-13. oktober. Skráin inniheldur tey tiltøk, ið samstarvsfelagar í ABC fyri sálarliga heilsu skipa fyri. Av tí at tað hjá summum samstarvsfeløgum liggur betri fyri at skipa fyri ABC tiltøkum aðrar vikur, fevnir skráin í ár harumframt um tiltøk í heystfrítíðini, og tiltøkini eru tískil frá 7.-19. oktober. Í ár hevur Klaksvíkar kommuna longu skipað fyri væleydnaða ABC átakinum “Virkið Heyst” og er tískil ikki partur av skránni hesaferð.

Skráin fyri ABC vikuna 2024 kann lesast her

Í ár eru tað Vágs kommuna, Hvalbiar kommuna og ÍSF, ið skipa fyri almennum ABC tiltøkum. Skráin fevnir sostatt um tiltøk í Suðuroynni og í Havn. Tiltøkini eru bæði fyri børn, ung, vaksin og eldri, og tey eru ókeypis, fjølbroytt og áhugaverd. Umframt almenn tiltøk, skipa ABC samstarvsfelagar eisini fyri innanhýsis tiltøkum. T.d. skipar Psykiatriski Depilin fyri eini innanhýsis ABC viku við m.a. rørsluátøkum, tónleiki og sansaverkstovu. Bæði almennu og innanhýsis tiltøkini geva borgarum og starvsfólki møguleika fyri at vera virkin, saman og hugbundin í onkrum, sum sambært gransking er gott fyri sálarligu heilsuna.

Vit syngja saman

Heilsustýrið skipar fyri átakinum “Vit syngja saman” 7. oktober, ið er fyrsta tiltak í ABC vikuni og sum ikki er knýtt at einum ávísum staði. Átakið gevur einstaklingum, arbeiðsplássum, dagstovnum, ellisheimum, skúlum o.s.fr. møguleika fyri at syngja ABC sangin “Ver virkin, ver saman, ver hugbundin” við Jensinu Olsen og soleiðis gerast tilvitað um boðskapin í ABC fyri sálarliga heilsu og samstundis fáa eina góða løtu saman við øðrum kring landið. At syngja er gott fyri sálarligu heilsuna!

Heilsustýrið eggjar til at filma sangløtuna og senda filmsbrotið til Heilsustýrið, sum síðani ger eitt filmsbrot við øllum teimum innsendu sangløtunum. Filmsbrotið verður almannakunngjørt 11. oktober. Nærri kunning um átakið, sangtekstin og vegleiðing til at senda filmsbrotið inn er at finna her

Góða ABC viku!

Heilsustýrið

Seinastu tíðindi

16
sep
Fimm starvsdagar, og dagstovnur við 35 árum á baki.
15
sep
Gudrun Joensen ársins herðaklapp 2025
10
sep
Skráin fyri Mentan­ardagar 2025
09
sep
Endur­lýsing: Umsjónar­fólk til veitingareindina
05
sep
Tilmelding til Stakkin
03
sep
Tilmeld­ingar­skipanin til frítíðarundirvísing­ina er opin
18
aug
Ungdóms­húsið í Sunda kommunu er opið
11
sep
Vatnið á Langasandi