Tíðindi

Umhvørvisplássið hevur opið inntil fult er

20.06.2024

IRF boðar frá, at frá 21. juni og eina viku fram, heintar IRF ikki burturkast frá endurvinningarplássum kring landið. Fyri Sunda kommunu merkir hettar, at tá ið byngjurnar eru fullar, verður umhvørvisplássið stongt.

Sera nógv burturkast hópaði seg upp tær fýra vikurnar verkfallið vardi. Síðan verkfallið endaði, hevur IRF sett eyka orku inn og hevur raðfest at heinta burturkastið frá húsarhaldum og stovnum, og nú koyrir alt sum vanligt aftur á hesum økjum.

Nógv burturkast er komið inn á endurvinningarplássini kring landið, og hesi eru eisini tømd eina til tvær ferðir seinastu vikuna. Tilvitað hava vit ikki tikið móti burturkasti frá vinnukundum, sum nú hava bíðað í 5 til 6 vikur, og tí er neyðugt at raðfesta hetta nú.

IRF sigur, at í løtuni koyrir brennistøðin við fullari ferð alt samdøgrið, men tað ber snøgt sagt ikki til at brenna burturkast frá fýra vikum upp á eina viku. Tí má okkurt bíða eitt sindur og javnast út yvir tær komandi vikurnar.

Seinastu tíðindi

04
sep
Café Sólja latin upp í Tjørnuvík
29
aug
Tilmeld­ingar­skipanin til frítíðarundirvísing­ina er opin
29
aug
Tyrlan flýgur í Hósvík 29.08.2024
29
aug
Lækna­viðtalan við Norðskála út- og umbyggj­ast.
28
aug
Stongt vegna starvs­fólkadag
28
aug
Tekniskir trupulleikar við tilmelding til frítíðarundirvísning
27
aug
Karina Eidesgaard nýggjur leiðari
26
aug
Faldarin til frítíðarundirvísing­ina er komin