Tíðindi

RYNKEBY - Súkklaðu til allar bygdirnar í Sunda kommunu

24.06.2024

Leygardagin 1. juni, avgjørdu Fanny og Thordis at tær skuldu súkkla til allar bygdirnar í Sunda kommunu

Hetta var ein túrur tær høvdu prátað um síðan tær vóru úttiknar til Rynkeby í september. Sunda kommuna er stuðul hjá Rynkeby og stendur tí teirra búmerki á klæðunum.

Farið var frá húsum beint fyri klokkan 8. Túrurin byrjaði við at súkkla til Hósvíkar og so komu bygdirnar í raðfylgju – Hvalvík, Saksun, Streymnes, Nesvík, Langasand, Haldórsvík, Tjørnuvík, Gjógv, Norðskála, Oyrarbakki og Oyri.  Leiðin til Gjáar var um Eiðisskarð og á heimleiðini var súkklað ígjøgnum Funningsfjørð og Norðskálatunnilin.

Fanny byrjaði túrin úr Norðskála og Thordis av Oyri.

Ein sera góður súkkludagur við nógvum hæddarmetrum og 132 km á loggin. Túrurin tók átta tímar í alt.

Sigast skal, at ein partur av tíðini var eisini brúktur til pit. T.d. vóru tað vaflur og kaffi við Gjógv og ein franskur á Magn við Streymin.

Einar átta tímar á súkkluni um dagin, er eisini tað, sum er ein vanligur dagur, á veg til París. 

Á Rynkubyliðnum, sum fara til París í ár, koma fimm av lutakarunum úr Sunda kommunu. Tríggir súkklarar og tveir á tænastutoyminum.

Tað eru Alfred Hummeland, rer súkklari og liðskiparið á tí liðnum, sum byrjar túrin í Fronsku alpunum og sum eitur Team Rynkeby Sornfelli. 

Fanny Kruse og Thordis Dahl, sum eru súkklarar og eru partur av Team Rynkeby Føroyar.

Rúni Johansen og Jákup Sumberg, sum eru á tænastutoyminum hjá Team Rynkeby Føroyar.

Endamálið við túrinum til París er at gera nakað gott fyri onnur, samstundis, sum tú gert nakað gott fyri teg sjálvan.

Endamálið hjá Team Rynkeby er at súkkla, fyri at savna pening inn til børn við hættisligum sjúkum og familjur teirra. Tað er grunnur hjá Krabbameinsfelagnum, sum umsitur peningin. Peningurin fer til Beran, Sinnisbata, Hjarabarnið, Krabbameinsfelagið og børnecancerfonden.

Súkklarnir og tey, sum eru á tænastutoyminum gjalda sjálvi fyri allar útreiðslur sum eru. Tað er tildømis klæðir, súkklu, venjing á spinnisúkkluni, ferðing, mat og annars alt, sum kostar á vegnum.

Liðini vóru úttikin í september og hava tey síðan vant. Veturin hevur fyri tað mesta verið inni á spinnisúkklum, men so fyrst sum ein dagur hevur verið til uttandura súkkling, hava tær eyðkendu gulu súkklurnar verið at sæð á vegnum.

Vegnirnir í Sundalagnum eru sera góðar súkkluleiðir, so her eru javna gular súkklur á vegnum.

Hósmorgunin 27. juni byrjar langi túrurin til París. Rynkeby leggur leiðina fram við í Sunda kommunu, og verða tey við Margáir klokkan 16.50. Vónandi koma nógv fólk at taka ímóti og fagna teimum.   

 

Seinastu tíðindi

04
sep
Café Sólja latin upp í Tjørnuvík
29
aug
Tilmeld­ingar­skipanin til frítíðarundirvísing­ina er opin
29
aug
Tyrlan flýgur í Hósvík 29.08.2024
29
aug
Lækna­viðtalan við Norðskála út- og umbyggj­ast.
28
aug
Stongt vegna starvs­fólkadag
28
aug
Tekniskir trupulleikar við tilmelding til frítíðarundirvísning
27
aug
Karina Eidesgaard nýggjur leiðari
26
aug
Faldarin til frítíðarundirvísing­ina er komin