Tíðindi

Bókaframløga og fyrilestur mikukvøldið 3. juli kl 19.00

01.07.2024

Mikukvøldið 3. juli kl 19.00 verður bókaframløga og fyrilestur á Hvalvíkar Bókasavni.

Hvalvíkar Bókasavn skipar fyri bókakafé fyri nýggju bókini "Tær góvu lív", um kvinnur, sum doyðu í barsilssong.

Tiltakið er alment og ókeypis. 

Rigmor Dam, søgufrøðingur, hevur skrivað bókina, og fer at greiða frá verkætlanini og evninum. Eisini signerar hon bókina, sum fæst fyri serprís 300 kr.

Tvær bøkur verða burturlutaðar, millum tey sum vitja bókasavnið, og luttaka í kappingini hendan dagin.

Bókasavnið verður opið frá kl 17.00.

Drekkamuður verður at fáa. 

Øll eru hjartaliga vælkomin.   

Seinastu tíðindi

04
okt
ABC vikan byrjar mánadagin 7. oktober 2024
01
okt
Tyrlan flýgur í Hósvík 01.10.2024
25
sep
Býráðsfundur 30. september 2024
23
sep
Fysioterapeutur til VEKS
20
sep
Felagssangur í Náttúrulundini
20
sep
Vælkomin á mentan­ardagar í Sunda kommunu 13. - 22. septembur 2024
18
sep
Trivnaðarøkið í Hósvík
16
sep
Havnameistari og tilbúgvingarleiðari í Sunda kommunu