Tíðindi

Skráseting av hitaloysnum í Sunda kommunu

04.02.2025

Sunda kommuna er nú farin í gongd við at skráseta allar oljutangar í kommununi, sambært kunngerð nr. 124 frá september 2018 um at fyribyrgja oljudálking.

Víst verður til § 10, sum ljóðar soleiðis:

Kommunan skal skráseta allar oljutangar sbrt. stk. 2
Stk. 2. Upplýsingar um oljutangar, sum borgari skal lata kommununi í tann mun, tær eru tøkar:

1)   Navn og bústað hjá framleiðara.
2)   Tangasnið og tangarúmd.
3)   Framleiðslunummar og framleiðsluár.
4)   Sniðgóðkenningarnummar.
5)   Um tangin hevur ovurfyllingarávaring.
6)   Um rørskipanin er einstreingjað.
7)   Staðseting av tanganum, t.d. í mun til bygning.
8)   Byggialdur á húsinum.


Fyri at loysa hesa uppgávu heitir kommunan á øll, bæði tey, ið eiga ella varða av oljutanga og eisini tey, sum ongan oljutanga hava í Sunda kommunu, um at skráseta omanfyri nevndu upplýsingar á heimasíðu, sum er gjørd til endamálið.

Skrásetingin av oljutanga kann gerast við at fara inn á leinkið her:

Tey ið hava aðra hitaloysn, kunnu skráseta við at fara inn á leinkið her. 

Um trupulleikar eru við skrásetingini, eru tit vælkomin at skriva teldupost til sunda@sunda.fo.

Sí annars kunngerð um fyribyrging av oljudálking inni á www.logir.fo

 

Seinastu tíðindi

05
mai
Dagstovnaleiðari til Sunda kommunu
02
mai
Kunngerð um broyting av byggisamtykt fyri Sunda kommunu
01
mai
Fráboðan og áminning um hegnskyldu
13
apr
Kunngerð um broyting av byggisamtykt fyri Sunda kommunu
13
apr
Kunngerð um broyting av byggisamtykt fyri Sunda kommunu
05
mai
Borgarafundur í Saksun
05
mai
Ástaðarfundur um ferðslu­viðurskiftir á Mýrivegi, Norðskála
02
mai
Føðingardagur og starvsdagar við Stórheygg