Tíðindi

Nýtt stýri í VEKS

04.02.2025

Nú hevur stýrið fyri heimatænastuna í VEKS skipað seg.

Sára Jógvansdóttir er forkvinna, og Hans Jóhann Sørensen er næstformaður. Tey vóru bæði limir í undanfarna stýri, og eru nú borgarstjórar í ávikavist Vestmanna kommunu og Kvívíkar kommunu.

- Menningin hevur verið stór, og haldast skal fram við kósini, sum er løgd, bæði so øll fáa ein góðan aldurdóm, og at vit eru til reiðar at lofta avbjóðingunum við broyttu fólkasamansetingini, sigur Sára Jógvansdóttir, forkvinna í VEKS.

Hinir stýrislimirnir í VEKS eru Jógvan í Skorini úr Eiðis kommunu, Anja Haldansen úr Vestmanna kommunu, og Eyðstein Zachariasen, Jóhanna Paula við Streym og Jógvan Kruse úr Sunda kommunu.

Undanfarna stýri legði eina framskygda langtíðarætlan fyri økið, sum m.a. inniber, at øll sum vilja búgva heima skulu kunna tað við røttu hjálpini, og at rørsla, fyribyrging og sosialur felagsskapur verður sett inn frá 67 ár. Hesari leiðini fer nýggja stýrið at arbeiða víðari við.

Ein av fyrstu uppgávunum hjá nýggja stýrinum er at fundast við nýggja Eldraráðið í VEKS, sum var valt í heyst. Eldraráðið fer m.a. at ráðgeva nýggja stýrinum.

VEKS er eldrasamstarv millum Vestmanna,- Eiðis,- Kvívíkar- og Sunda kommunu. 

Seinastu tíðindi

11
mar
Eldradagur í Eydnuni 22. mars - SKRÁ
10
mar
Byrja at asfaltera í morgin
10
mar
Námsfrøð­ingur til Dagstovnin við Stórheygg
10
mar
Námsfrøði­ligur stuðul til barn við CP (Cerebral parese)
05
mar
Sunda kommuna 20 ár - SKRÁ
05
mar
Dagny fingið læruprógv
28
feb
Spæl føroyskt vika í Hósvíkar skúla
27
feb
Fagnaðarløta fyri ungu stjørnunum