Tíðindi

Broyttar upplatingartíðir í ungdómshúsinum

07.02.2025

Broytingarnar eru galdandi frá komandi viku :)

Ungdómshúsið sum verður nevnt "Garnhúsið", heldur til í Skúlanum við Streymin, og er ætla ungum frá 8. flokki og upp til 18 ár. 

Rundan um ungdómshúsið er ítróttarhøll, svimjihylur og fótbóltsvøllur. Inni í ungdómshúsinum eru instrument, borðtennisborð, borðfótbóltsborð, playstation, billiardborð,deiligur køkur, uppvørpa, hátalarar, kreativt tilfeingi, sjónvarp, sofur og stór aula.

Saman við ungdóminum skapa vit hugnalig kvøld, har samvera, kreativitetur og upplivingar vera høgt mett. Í ungdómshúsinum føla vit okkum heima - vit eta og baka og hugna okkum, og skapa ein avslappaðan hýr, har øll eru javnmett.

Ungdómshúsið í Sunda Kommunu fer framyvir at hava opið soleiðis:

mánakvøld kl 18-22
týskvøld kl 18-22.

Hervið eru tilboð í nærumhvørvinum til ungdómin soleiðis:

Mándag kl 18-22 - ungdómshúsið á Oyrarbakka hevur opið
Týsdag kl 18-22 - ungdómshúsið á Oyrarbakka hevur opið
Mikudag -  ungdómsaktivitetir í Hósvík og Junior í Hvalvík
Hósdag kl 18-22 - ungdómshúsið á Eiði hevur opið

Seinastu tíðindi

12
jan
Sunleif aftur á umhvørvisplássinum
07
jan
Ein vinarlig áheitan á bileigarar
06
jan
Bárður Davidsen 10 ára starvsdag
05
jan
Tøk grundøkir alment til sølu
19
des
Heiðran av sløkkiliðs­fólkum
17
des
Almennir býráðsfundir 2026
07
jan
Bussleiðin avlýst
05
jan
Prísurin fyri grund­stykkir lækkar