Tíðindi
Eldradagur verður leygardagin 22 mars 2025
24.02.2025
Aftur í ár verður skipað fyri eldradegi í Sunda kommunu. Í ár verður hann hildin leygardagin 22. mars í Eydnuni á Oyrarbakka.
Dagurin byrjar við morgunmati kl 9.30, og er liðugur áleið kl.15.00.
Ruben Busk kemur at borðreiða við góðum mati. Vit fara at syngja til góðar tónar, hoyra framløgur og talu. Hetta er eitt gylt høvið, at koma hvør øðrum við, og hugna sær saman.
Nærri lýsing av tiltakinum verður kunngjørd tá dagurin nærkast.
Tilmelding
Tiltakið er ókeypis, og fyri allar borgarar í Sunda kommunu, ið eru 60 ár og eldri.
Tekna teg til her ella ring/skriva til Winnie Hansen á tlf 222583. Eisini ber til at skriva seg upp í Blákolluni.
Vit gleða okkum at síggja tykkum øll, til ein hugnaligan dag saman.
Myndirnar eru frá eldradegnum í 2024.
Seinastu tíðindi
12
jan
Sunleif aftur á umhvørvisplássinum
07
jan
Ein vinarlig áheitan á bileigarar
06
jan
Bárður Davidsen 10 ára starvsdag
05
jan
Tøk grundøkir alment til sølu
19
des
Heiðran av sløkkiliðsfólkum
17
des
Almennir býráðsfundir 2026
07
jan
Bussleiðin avlýst
05
jan