Tíðindi

Ein góð kommuna fyri øll

11.02.2025

Nú ein góður mánaði er farin av býráðssetuni, og nýggja býráðið hevur havt fundir í ymisku nevndunum, fara vit at kunna tykkum um, hvat vit ætla at gera komandi fýra árini. Fyrsti býráðsfundur varð hildin síðst í januar, har ein røð av málum vóru á skrá. Flestu málini vórðu einmælt samtykt, og restin við breiðum meiriluta.

Sum býráð fara vit at arbeiða fyri, at allir borgarar føla seg virdar og hoyrdar. Opinleiki og gjøgnumskygni verður bulurin í okkara býráðsarbeiði, har borgarnir verða miðdepilin í førda politikkinum. Við árligum borgarafundum fara vit at tryggja okkum, at tær avgerðir, ið kommunustýrið tekur, eru í tráð við ynskini hjá bygdarfólkunum. Vit fara at leggja nógva orku í at kunna borgarar um møguleikar, avbjóðingar og avgerðir í kommununi.

Vit fara at føra ein skynsaman fíggjarpolitikk. Seinastu árini er raksturin í kommununi øktur nógv. At hava eina kommunu við ellivu einstøkum bygdum, ið landafrøðiliga telist millum størstu kommunur í landinum, krevur nógv av politikkarunum og umsitingini. Skattakrónurnar skulu umsitast væl, so vit tryggja, at borgarnir fáa sum mest fyri pengarnar. Komandi árið verður dentur serliga lagdur á rakstur og viðlíkahald, so vit uppbyggja ein íløgukarm aftur, sum fer at styrkja og menna kommununa.

Ein viðlíkahaldsætlan skal gerast. Við hesum tryggja vit, at allar ognir og vegir hjá kommununi verða dagførd og viðlíkahildin. Somuleiðis skal fríðkan av kommununi raðfestast munandi.

Niðanfyri eru nøkur yvirskipað økir, ið vit fara at raðfesta komandi fýra árini.

Avbjóðingin við spillvatni og vatnveiting skal loysast. Vetrarfriðing verður framd, har ynski er um tað. Munandi peningur verður settur av til dagføring av asfalti og vegum. Áhaldandi samskifti verður við landsmynduleikar um avbjóðingar við ferðslutrygd. Lendiskeyp til framtíðar útstykkingar. Framhaldandi stuðla og betra um lokalu frítíðartilboðini. Framtíðar tryggja umstøðurnar hjá okkara eldru borgarum. Betra um møguleikarnar fyri smásølu av heimavirkaðum vørum. Útbygging, liðugtgerð og viðlíkahald av kirkjugørðunum. Skúla, barnagarðs og frítíðarskúla umstøður skulu loysast og framtíðartryggjast. Trivnaðarøkir skulu mennast og viðlíkahaldast. Tilbúgvingin fer at fáa munandi betur umstøður. Lokala ferðavinnan skal skipast og mennast. Bátahyljar og havnarløg verða dagførd og útbygd.

Hóast vit hava nógv, ið vit ynskja at fremja, so er tað av størsta týdningi, at broytingarnar verða framdar í tráð við ynskini hjá bygdarfólkunum. Við hesum menna vit eina kommunu fram á leið, ið verður ein enn betur kommuna fyri allar borgarar. Ein kommuna við áliti og forstáilsi millum umsiting, politiskar avgerðir og borgarar. Ein kommuna, har trivnaður og tryggleiki eru sermerkini í økinum.

Við vón um tætt og gott samskifti við allar borgarar og bygdir komandi fýra árini.

Eyðstein Zachariasen
Jóhanna Paula við Streym
Hallgerð Hansen
Haraldur S. Hammer
Ingibjørg Egholm
Rakul M. Johansen
Marni E. Joensen
Lena Dam

Seinastu tíðindi

11
feb
Sunda kommuna 20 ár
11
feb
Ein góð kommuna fyri øll
10
feb
Eldradagur verður leygar­dagin 22 mars 2025
07
feb
Broyttar upplatingartíðir í ungdóms­húsinum
04
feb
Skráseting av hitaloys­num í Sunda kommunu
04
feb
Nýtt stýri í VEKS
20
jan
Alment útboð av røkt og grassláing í Sunda kommunu
28
jan
Fyritøkur verið á vitjan