Tíðindi

Eldraráðið í VEKS hevur skipað seg

24.02.2025

Eldraráðið í VEKS var valt móti ársenda í fjør. Á fundi við stýrið í VEKS í farnu viku, skipaði eldraráðið seg við Jens Jensen, úr Tjørnuvík sum formanni, og við Brynhild Joensen, úr Kvívík sum næstforkvinnu. Hinir limirnir í Eldraráðnum  í VEKS, eru Gunn Joensen, og Jákup Andreasen úr Vestmanna, Annvør Jacobsen av Eiði, og Ingvard Fjallstein, úr Sunda kommunu.

Fyrsti fundurin var eitt hugaligt prát við nývalda stýrið og stjóran fyri VEKS, har eldraøkið í síni heild var umrøtt, umframt at ætlanir vóru lagdar fyri arbeiðsleistin hjá ráðnum, sum ráðgevi hjá stýrinum í VEKS.

Eftir fundin var 10 ára kvøldseta á Mørkini, har fyrilestrar, tónleikur og føroyskur dansur vóru á skránni.

Seinastu tíðindi

05
mai
Dagstovnaleiðari til Sunda kommunu
02
mai
Kunngerð um broyting av byggisamtykt fyri Sunda kommunu
01
mai
Fráboðan og áminning um hegnskyldu
13
apr
Kunngerð um broyting av byggisamtykt fyri Sunda kommunu
13
apr
Kunngerð um broyting av byggisamtykt fyri Sunda kommunu
05
mai
Borgarafundur í Saksun
05
mai
Ástaðarfundur um ferðslu­viðurskiftir á Mýrivegi, Norðskála
02
mai
Føðingardagur og starvsdagar við Stórheygg