Tíðindi
Vælkomin á bátahugna
30.05.2025
Í vikuskiftinum verður árligi bátahugnin í Hvalvík, sum Sundalags bátafelag skipar fyri
Árliga tiltakið er sera væl umtókt millum báta- og kampingfólk. Teltið er sett upp, fleiri kampingvognar og bátar eru longu komnir, og hýrurin millum tey vitjandi er góður.
Leygardagin kl. 13:30 sigla bátarnir av Selatrað og norð til Hvalvíkar. Tá bátarnir koma á Hvalvík eru ein røð av tiltøkum á skránni. Millum annað smyrjibreyð, felagssangur, lutaseðlasøla, grillaður grísur frá Ørvarødd og mangt annað.
Verið hjartaliga vælkomin til árliga bátahugnan 2025!
Sundalags bátafelag
Seinastu tíðindi
01
jul
Nýggjur leiðari fyri Barnaverndartænastuna
28
jun
Føroyar - Svøríki á stórskíggja
26
jun
Skrivstovunæmingur til Sunda kommunu
25
jun
Námsfrøðingur til Dagstovnin við Kráir
24
jun
Jógvan Philbrow nýggjur dagstovnaleiðari
23
jun
Betur umstøður til Sunda sløkkilið
23
jun
Stongt vegna skeiðsvirksemi
20
jun