Tíðindi

  • Hvalvík | Mynd: Kjartan Madsen

Vælkomin á Sundalagsstevnu í Hvalvík

12.06.2025

Komandi vikuskiftið verður ársins Sundalagsstevna hildin í Hvalvík.

Stevnan byrjar við hugnaligum tiltøkum í bygdini í kvøld 12.  juni. Stevnan verður sett uttan fyri Mørkina í Streymnesi. Súsanna Eikhólm flytir fram røðu og Eiðis Ljómfelag spælir.  

Skráin er sera fjølbroytt og eru nógv ymisk tiltøk á skrá m.a kondibingo, dartkapping, pub-quiz, guðtænasta og nógv annað spennandi. 

FM-kappróðurin verður leygardagin kl. 15.00 og sama dag er ymiskt annað fyri børn og vaksin, bæði á havnalagnum og heimi í bygdini.

Sunda kommuna takkar fyrireikarunum og Hvalvíkar - Streymnesar Róðrarfelag fyri, at tey hava lagt stevnuna til rættis, soleiðis at stevnugestir fáa eitt hugnaligt vikuskifti. 

Skráin fyri stevnuna sæst her.

Verið vælkomin til Hvalvíkar á Sundalagsstevnu. 

Seinastu tíðindi

13
jun
Heinta heimapartar­nar frá kl. 16:30
13
jun
Heimapartar í Norð­streymoy
13
jun
Almenn fráfaringarløta
12
jun
Vælkomin á Sundalagsstevnu í Hvalvík
11
jun
Alment ves á handilsøkið
11
jun
Vatninntakið í Hósvík tikið í nýtslu
10
jun
Fráboðan um fund í Náttúrufriðingar­nevnd­ini
26
mai
Tørvar tær graslíki?