Tíðindi

Heimapartar í Norðstreymoy

13.06.2025

Í gjár løgdu 246 hval beinini í Leynum. Sýslumaðurin hevur avgjørt at býta part av grindini í heimapartar í Norðstreymoy.

Fyrireikingarnar til sundalagsstevnuna, sum verður í Hvalvík, eru í hæddini. Avgerð er tikin um, at heimapartarnir verða skornir upp á kai økinum í Hósvík.

Borgarar í Hósvík, Hvalvík, Streymnesi, Saksun, Langasandi, Haldórsvík og Tjørnuvík eru vælkomin at skriva seg upp til heimapartar, við at senda teldupost til susanna@sunda.fo ella ringja til á tlf. 297220. Freistin at skriva seg upp er kl. 14:30 í dag. Upplýsast skal:

Navn
Bygd
Fólk í húski
Telefonnummar

Heimapartarnir kunnu heintast á kai økinum í Hósvík seinni í dag. Nærri kunning um nær klokkan kemur seinni.

Seinastu tíðindi

13
jun
Heinta heimapartar­nar frá kl. 16:30
13
jun
Heimapartar í Norð­streymoy
13
jun
Almenn fráfaringarløta
12
jun
Vælkomin á Sundalagsstevnu í Hvalvík
11
jun
Alment ves á handilsøkið
11
jun
Vatninntakið í Hósvík tikið í nýtslu
10
jun
Fráboðan um fund í Náttúrufriðingar­nevnd­ini
26
mai
Tørvar tær graslíki?