Tíðindi

  • Kjartan Madsen | Mynd: Streymnes

Fráboðan um fund í Náttúrufriðingarnevndini

10.06.2025

Við hesum verður boða til ástaðarfund í nevndini

týsdagin 17. juni 2025 kl. 09.00.
 

Møtt verður við endan á Streymnesvegi frammi í Dal, í Streymnesar markatalsbygd.

Til viðgerðar:   Umsókn frá Sunda kommunu um loyvi at seta í stand og leingja Streymnesvegin umleið

                         50 m longur fram í Dal.

Eigarar, brúkarar ella onnur, ið hava rættindi, kunna møta á staðnum og kunna tey, ið møta á fundi, fáa høvi til at bera síni sjónarmið fram munnliga ella við skrivliga at lata tey inn.

Tey, ið hava fingið fundarboð, og ikki ynskja at koma til fundar, eiga rætt til skrivliga at senda nevndini umrøðu av málinum, sambært § 13 stk. 5 í náttúrufriðingarlógini (løgtingslóg nr. 48 frá 9. juli 1970 um náttúrufriðing). Umrøðan má í seinasta lagi verða sýslumanninum í hendi fundardagin.

 

Kristjan Martin Joensen,

sýslumaður

 

Seinastu tíðindi

14
aug
Tillutan av hallartímum
14
aug
Stongt fyri vatninum í Hvalvík og Streymnesi
11
aug
Hvør skal hava ársins herðaklapp 2025?
11
aug
Regatta 2025
09
jul
Kom við í skránna til mentan­ardagar!
07
jul
Oddvør Alberta Kimsdóttir fær heiðurin at bera vatnið til Oyggja­leikasetanina
01
jul
Nýggjur leiðari fyri Barna­verndar­tænastuna
25
jun
Námsfrøð­ingur til Dagstovnin við Kráir