Tíðindi
Víðkan av kirkjugarðinum við Norðskála
23.06.2025
Á býráðsfundi í kvøld varð einmælt samtykt at víðka plássið í kirkjugarðinum við Norðskála.
Leingi hevur tørvur verið á einari víðkan av kirkjugarðinum við Norðskála. Brim Arkitektar hava arbeitt við einum uppskoti, og víðkanin av kirkjugarðinum hevur verið í útboði.
Trý tilboð og eitt alternativ komu inn uppá arbeiðið. Sp/f Urtagarðstænastan hevði lægsta tilboðið, og býráðið hevur einmælt samtykt at fara undir samráðingar við Sp/f Urtagarðstænastuna um arbeiðið.
Í víðkanini verða eftir ætlan 58 nýggjar dupultgravir. Arbeiðið fer í gongd í summar.
Seinastu tíðindi
11
sep
Vatnið á Langasandi
10
sep
Skráin fyri Mentanardagar 2025
09
sep
Endurlýsing: Umsjónarfólk til veitingareindina
05
sep
Tilmelding til Stakkin
03
sep
Tilmeldingarskipanin til frítíðarundirvísingina er opin
18
aug
Ungdómshúsið í Sunda kommunu er opið
01
sep
Frítíðarundirvísingina 2025
21
aug