Tíðindi

Ungdómshúsið í Sunda kommunu er opið

18.08.2025

Ungdómshúsið í Skúlanum við Streymin, er ætlað øllum frá 8. flokki og upp til 18 ár. Her er eitt trygt og hugnaligt stað, har tú kanst møtast við vinum, hugna tær, royna nýggjar aktivitetir og vera partur av einum sterkum felagsskapi.

Í ungdómshúsinum eru nógvir møguleikar:

  • Ítróttarhøll, svimjihylur og fótbóltsvøllur beint við
  • Tónleikaútgerð og instrument
  • Borðtennis, borðfótbólt og billiard
  • Playstation, sjónvarp og stór aula við góðum ljóði og uppvørpu
  • Køkur, góðir sofa­pláss og hugnaligt umhvørvi
  • Kreativt tilfar og rúm til hugflog
     

Í Garnhúsinum leggja vit dent á felagsskap, samveru og trivnað. Vit skapa hugnalig kvøld við spæli, kreativiteti, tónleiki, prát og mati – altíð í einum rúmandi anda.

Opið er:

Mánadag kl. 18–22
Týsdag kl. 18–22

Jórunn og Silja standa fyri húsinum og gleða seg at bjóða tykkum vælkomin. Hevur tú hugskot til tiltøk ella nýggjar aktivitetir, so ert tú altíð vælkomin at siga frá.

Ungdómstilboð í Sunda kommunu:

Mánadag kl. 18–22 – Ungdómshúsið á Oyrarbakka
Týsdag kl. 18–22 – Ungdómshúsið á Oyrarbakka
Mikudag – Ungdómsaktivitetir í Hósvík og Junior í Hvalvík
Hósdag kl. 18–22 – Ungdómshúsið á Eiði

Seinastu tíðindi

05
sep
Tilmelding til Stakkin
05
sep
Skráin fyri Mentan­ardagar 2025
04
sep
Fólk á Langasandi mugu kóka vatnið
03
sep
Tilmeld­ingar­skipanin til frítíðarundirvísing­ina er opin
18
aug
Umsjónar­fólk til veitingareindina
18
aug
Ungdóms­húsið í Sunda kommunu er opið
01
sep
Frítíðarundirvísing­ina 2025
21
aug
Býráðsfundur 28. august 2025