Tíðindi

Tilmeldingarskipanin til frítíðarundirvísingina er opin

03.09.2025

Tilmelding til frítíðarundirvísingina er opin frá í dag, 03 septembur kl. 10.00 til 10. septembur kl. 15.00.

Aftur í ár hevur Sunda kommuna eina tilmeldingarskipan til frítíðarundirvísingina. Hetta er ein skipan í líkist vanligu nethandlunum. Tað vil siga, at tú koyrur tey skeið, tú ynskir at luttaka á, í eina innkeypskurv, tøppar inn samskiftistupplýsingar og síðan verður tú beind/-ur víðari til eina gjaldsskipan. Luttøkugjaldið skal gjaldast beinanvegin, so havið gjaldkortið klárt tá tú meldar til. Øll tilmelding er persónlig og bindandi.

í fjør høvdu fleiri avbjóðing við, at tá vøran var løgd í kurvina bleiv hon vekk. Um hetta hendur, so trýsti á búmerki hjá Sunda kommunu ovast vinstu meðin og hon eigur at koma framm.

Tilmeldingin fer fram við at trýsta her. 

Øll undirvísing er treytað av at nóg stór undirtøka er.

Eitt hold verður avlýst, tá færri enn 6 luttakarar eru. Eitt hold er fullteknað innan handaligu lærugreinarnar, tá ið í mesta lagi 12 luttakarar eru. Aðrar lærugreinar er tað 18, ella eftir avtalu við læraran.

Pensionistar gjalda hálvt gjald.

Fyri øll skeið er galdandi, at luttakararnir sjálvir gjalda alt tilfar.

*Frítíðarundirvísingin er fyri borgarar í Sunda kommunu. Eru pláss tøk, er møguligt hjá borgarum uttanfyri Sunda kommunu at luttaka.

Seinastu tíðindi

26
sep
Býráðsfundur 29. september 2025
26
sep
Burturbeining av leivdum frá fletting
26
sep
Hósvíkar skúli partur av "Betri vinir" átakinum
26
sep
Freistin at søkja Økistónar er 1.oktobur
24
sep
Góðynskir við nýggja Vermland
22
sep
Vatnið í Tjørnuvík
22
sep
Fimm starvsdagar á Flatinum
03
sep
Tilmeld­ingar­skipanin til frítíðarundirvísing­ina er opin