Sjálvgreiðsla

Tíðindi

Frítíðarundirvísingina 2025

01.09.2025

Tilmeldingin byrjar 3. sep kl 10.00

Faldari fyri frítíðarundirvísingina 2025 er nú borin út til øll húski í Sunda kommunu. 

Faldarin sæst her

Tilmelding til frítíðarundirvísingina byrjar 03. septembur kl. 10.00 og er opin til 10. september kl. 15.00.

Øll undirvísing er treytað av at nóg stór undirtøka er.

Eitt hold verður avlýst, tá færri enn 6 luttakarar eru. Eitt hold er fullteknað innan handaligu lærugreinarnar, tá ið í mesta lagi 12 luttakarar eru. Aðrar lærugreinar er tað 18, ella eftir avtalu við læraran.

Pensionistar gjalda hálvt gjald.

Fyri øll skeið er galdandi, at luttakararnir sjálvir gjalda alt tilfar.

*Frítíðarundirvísingin er fyri borgarar í Sunda kommunu. Er pláss tókt er møguligt hjá øðrum at luttaka.