Tíðindi

Rynkeby vitjar við Margáir

25.06.2025

Hósdagin 26. juni kl 16.00 vitjar Rynkeby við Margáir.

Nú nærkast av álvara til fráferðina hjá Team Rynkeby!

Hósdagin 26.juni súkklar hópurin prologin, sum er síðsti túrur her í Føroyum, áðrenn liðini fara av landinum 4.juli at súkkla longu leiðina til París Á prologinum vitja liðini kommunur og fyritøkur, sum skipa fyri almennari móttøku.

Skráin er henda:

Kl 10.30 - 11.15: Á Helnabrekku í Klaksvík. Klaksvíkar Kommuna er vertur.
Kl 11.20 – 11.35: Klaksvíkar sjúkrahús.
Kl 12.05 – 12.30: Eystur kommuna í Norðragøtu.
Kl 13.00 – 13.20: Bakkafrost á Glyvrum.
Kl 13.25 – 13.50: Betri í Saltangará.
Kl 14.00 – 14.30: Nes kommuna, Toftir.
Kl 16.00 – 16.30: Margáir, Streymnes. Sunda Kommuna er vertur.
Kl 18.35 – 19.15: Perlutorgið, Havn. Tórshavnar kommuna er vertur.

Tiltøkini eru almenn, og øll eru vælkomin at heilsa uppá og ynskja góðan túr.

Hetta er 12. árið, at Team Rynkeby Føroyar hevur lið, sum súkklar til París. Undirtøkan at vera við í felagsskapinum og áhugin at stuðla innsavningini til álvarsliga sjúk børn og familjur teirra er vaksin á hvørjum ári. Aftur í ár hava vit tvey lið: Team Rynkeby Føroyar og Team Sornfelli - ið er fjallaliðið, sum súkklar til París á øðrum sinni. Team Rynkeby Føroyar súkklar leiðina Danmark – Týskland – Holland – Belgia – Frankaríki, meðan Team Sornfelli byrjar í Geneve og súkklar í fronsku alpunum, áðrenn tey leggja leiðina norðureftir, har bæði føroysku liðini hittast og koyra saman inn til París.

Sunda kommuna ynskir Team Rynkeby alt tað besta við túrinum.  

Seinastu tíðindi

26
jun
Skrivstovunæm­ingur til Sunda kommunu
26
jun
U21 HM lands­dystu­rin verður vístur!
25
jun
Námsfrøð­ingur til Dagstovnin við Kráir
25
jun
Rynkeby vitjar við Margáir
24
jun
Jógvan Philbrow nýggjur dagstovnaleiðari
23
jun
Víðkan av kirkju­garði­num við Norðskála
23
jun
Betur umstøður til Sunda sløkkilið
23
jun
Stongt vegna skeiðsvirksemi