Tíðindi

  • Oddvør Alberta Kimsdóttir | Mynd: ÍSF

Oddvør Alberta Kimsdóttir fær heiðurin at bera vatnið til Oyggjaleikasetanina

07.07.2025

13 ára gamla Oddvør Alberta Kimsdóttir úr Streymnesi er yngsta ítróttarfólkið, sum umboðar Føroyar á oyggjaleikunum á Orknoyggjum.

Tá oyggjaleikirnir verða settir, er siðvenja at hvør oyggj hevur sítt egna vatn við heimanífrá.

Vatnhátíðarhaldið er fastur partur av skránni, og tá fer ein íðkari frá hvørjari limaoyggj at koyra vatn í eitt felags kar.

Í Føroyum er siðvenja, at yngsta ítróttarfólkið ber vatnið.

Til hesar leikirnar er 13 ára gamli fimleikarin Oddvør Alberta Kimsdóttir yngsta ítróttarfólkið umboðandi Føroyar, og tí fær hon heiðurin at bera vatnið til Oyggjaleikasetanina.

Oyggjaleikirnir á Orknoyggjum verða settir leygarkvøldið 12. juli kl. 17 á Bignold Park í Kirkwall.

Sunda kommuna ynskir Oddvør Albertu góða eydnu. 

Seinastu tíðindi

23
jan
Býráðsfundur 26. januar 2026
22
jan
Innskriving til 1. flokk
12
jan
Sunleif aftur á umhvørvisplássinum
07
jan
Ein vinarlig áheitan á bileigarar
06
jan
Bárður Davidsen 10 ára starvsdag
05
jan
Tøk grundøkir alment til sølu
19
des
Heiðran av sløkkiliðs­fólkum
17
des
Almennir býráðsfundir 2026