Tíðindi
Fimm starvsdagar, og dagstovnur við 35 árum á baki.
Hósdagin 18. september kl 15.00 verður hátíðarhald á dagstovninum á Flatinum.
Dagstovnurin á Flatinum, á Oyrarbakka, heldur 35 ára føðingardag, hóast stovnurin sjálvur bert er 20 ára gamal. Dagstovnurin á Flatinum er framhald av dagstovninum á Oyri, sum lat upp í august 1990, ella fyri 35 árum síðani.
Hesin merkisdagurin verður hildin á Mentanardøgunum hjá Sunda kommunu, við einum hátíðarhaldi hósdagin 18. september, sama dag, ið stovnurin hevur "opið hús".
Á degnum fara børnini á Flatinum at syngja nakrar sangir, borgarstjórin heldur røðu, og undanfarni leiðarin, Rosa Prestá, hugleiðir um tíðina, ið fór. Rosa var leiðari á dagstovninum flestu av hesum farnu 35 árunum.
Myndaframsýning verður somuleiðis í Bólinum á Dagstovninum á Flatinum, við gomlum myndum frá seinastu 35 árunum.
Vit fara somuleiðis at nýta høvið at hátíðarhalda nakrar stórar starvsdagar. Sólrun Dam og Lis Gregersen høvdu 35 ára starvsdag í august, Jana Madsen hevði 20 ára starvsdag, og Hjalmar Johannesen og Anna Maria Hansen halda 15 ára starvsdag.
At hava so mikið trúgv og støðug starvsfólk á dagstovnaøkinum er ikki ein sjálvfylgja, og vit eru takksom fyri at kunna halda slíkar merkisdagar.
Vit bjóða tí øllum við at halda dagin saman við okkum, ommur, abbar, mammur, pápar, systkin, fyrrverandi starvsfelagar, avvarandi og øllum, ið á ein ella annan hátt ynskja at hátíðarhalda hesa løtuna saman við okkum.
Vit síggjast hósdagin 18. september 2025, klokkan 15.00.