Tíðindi

Kom við í skránna til mentanardagar!

09.07.2025

Situr tú inni við einum góðum hugskoti til mentanardagarnar í Sunda kommunu, so hevur tú møguleikan at fáa títt tiltak við í skránna.

Mentanardagar 2025 verða í døgunum 12. til 20. september. Eins og undanfarin ár ynskja vit, at mentanardagarnir eru savnandi og at tiltøk verða hildin runt um í allari kommununi.

Vit vilja tí bjóða øllum, sum hava hug og áræði, at koma við sínum ískoyti til mentanardagarnar. Øll hugskot eru vælkomin, einans hugflogið setur mørk.

Kommunan samskipar dagarnar og ger faldara í samband við mentanardagarnar, ið verður borin í hvørt hús í kommununi.

So sita tit inni við einum góðum hugskoti, sum tit ynskja at fáa við í skránna eru tit hjartaliga vælkomin at senda ein teldupost til Hildigarð Jakobsen, trivnaðarsamskipara á hildigard@sunda.fo, í seinasta lagi 11. august 2025

Við vón um, at vit saman skapa nakrar spennandi mentanardagar 2025.

Seinastu tíðindi

23
jan
Býráðsfundur 26. januar 2026
22
jan
Innskriving til 1. flokk
12
jan
Sunleif aftur á umhvørvisplássinum
07
jan
Ein vinarlig áheitan á bileigarar
06
jan
Bárður Davidsen 10 ára starvsdag
05
jan
Tøk grundøkir alment til sølu
19
des
Heiðran av sløkkiliðs­fólkum
17
des
Almennir býráðsfundir 2026