Sjálvgreiðsla

Tíðindi

Ungdómshúsið í Sunda kommunu letur upp aftur eftir summarfrítíðina.

11.08.2026

Nú er summarfrítíðin av, og vit gleða okkum at lata dyrnar upp aftur í ungdómshúsinum.

Ein serlig vælkomst skal ljóða til tykkum, sum nú byrja í 8.flokki. Nú eru tit ein partur av ungdómshúsinum, og vit gleða okkum at læra tykkum at kenna og fáa tykkum við í felagsskapin.

Ungdómshúsið er eitt trygt og hugnaligt stað fyri ung frá 8.flokki og upp til 18 ár. Her kanst tú koma, júst sum tú ert, hitta vinir, fáa nýggj vinabond og vera partur av einum góðum felagsskapi.

Í ungdómshúsinum eru nógvir møguleikar!

Vit hava:

  • Borðtennis, borðfótbólt og billiard
  • PlayStation og sjónvarp
  • Tónleikaútgerð og instrument
  • Ítróttarhøll, svimjihyl og fótbóltsvøll beint við
  • Kreativt tilfar
  • Møguleika at gera mat og hugna okkum saman
  • Góð sofapláss og eitt hugnaligt umhvørvi

Í Ungdómshúsinum vilja vit skapa eitt stað, har øll kenna seg vælkomin, og har tað er pláss fyri bæði teimum stóru hugskotunum og teimum heilt vanligu hugnaligu løtunum.

Vit gleða okkum til eitt nýtt ár við nógvum góðum løtum saman við tykkum! ✨

Vit síggjast í ungdómshúsinum frá 17. august!

Hevur tú eitt hugskot til eitt tiltak, ein aktivitet ella okkurt annað, vit kunnu gera saman, so sig endiliga frá. Vit eru altíð opin fyri góðum hugskotum.

Starvsfólkini gleða seg at síggja tykkum ❤️

Ungdómshúsið er opið mánadag og týsdag 18.00 - 22.00.