Tíðindi

  • Mikkjal Hansen | Mynd: Sunda kommuna
  • Sløkkiliðsbilarnir | Mynd: Sunda kommuna
  • Mikkjal Hansen og Jens Eli Jacobsen | Mynd: Sunda kommuna

Raðfesta trygdina

21.07.2019

Sunda sløkkilið hevur nú fingið tveir nýggjar brandbilar afturat.

Bilarnir eru útgjørdir við hátrýstpumpum, sum kunnu spræna 27-30 litrar um minuttin. Í bilunum eru vatntangar, sum taka 175 litrar. Pumpurnar kunnu eisini spræna skúm. Størri bilurin hevur støð í Hósvík og tann minni í Haldórsvík. Nýggju bilarnir gera at sløkkiliðið kann vera skjótari á staðnum við fyrsta innsatsi.

Býráðið avsettið kr. 525.000 til hesar íløgur á fíggjarætlanini fyri 2019.

Íløgurnar í brandbilar og pumpur er í tráð við tilbúgvingarætlanina, sum kommunan arbeiddi við seinasta vetur og vár.

Afturat nýggju bilunum hevur sløkkiliðið ein størri brandbil frá 2012 av merkinum MAN. Roykkavaraútgerð er í øllum bilunum.

Sløkkiliðið hjá Sunda kommunu telur 20 mans og sløkkiliðsleiðari er Mikkjal Hansen. Brandstøðin er á Oyrarbakka.

 

Seinastu tíðindi

30
okt
Skatta­listin 2024
21
okt
Umsjónar­fólk til umhvørvisplássið
21
okt
Umsjónar­fólk til ognareindina
09
okt
Skrivari til Barna­verndar­tænastuna í VEKS
06
okt
Koppseting ímóti beinkrím og Covid19
30
sep
Kavagrevstur
26
sep
Burturbeining av leivdum frá fletting
31
okt
Avtala undirskrivað við Hósvíkar Róðrar­felag