Sjálvgreiðsla

Tíðindi

Nýtt spælipláss í Tjørnuvík

01.10.2026

Tjørnuvík fer skjótt at fáa eitt nýtt og gott spælipláss. Mánadagin 5. oktober byrjar arbeiðið at gera eitt nýtt spælipláss í bygdini, og væntandi fer alt at standa klárt longu síðst í oktober.

Tað er fyritøkan Grønt&Grátt, ið stendur fyri arbeiðnum. Teir fara at tryggja, at spæliplássið verður bæði trygt, stuttligt og kemur at fella væl inn í sermerktu náttúruna í Tjørnuvík.

Bæði bygdafólk og vitjandi kunnu tí gleða sig til eitt spildurnýtt øki til spæl og hugna um stutta tíð.

Ímeðan arbeiði fer fram, ber ikki til at spæla á núverandi spæliplássi.