Tíðindi
Kunngerð um broyting í byggisamtykt - Oyrar bygd
Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21.mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir, sum seinast er broytt við lógtinglóg nr. 19 frá 18. mars 2013, verður við hesum boða frá, at Sunda kommuna á býráðsfundi tann 31. august. 2026 hevur samtykt at gera broyting í býarskipanini fyri matr. nr. 31t, Oyrar bygd.
Talan er um at broyta býarskipanina fyri matr. nr. 31t, Oyrarbygd frá øki "J" Landbúnaður til øki "N" Neyst og "B" Bústaðarøki.
Tilfar, sum lýsir uppskotið um broyting í býarskipanini liggur frammi til alment eftirlit á heimasíðuni hjá Sunda kommunu (sunda.fo) og á býráðsskrivstovuni í arbeiðstíðini frá mánadegnum 28. september 2026 til mánadagin 26. oktober 2026, báðir dagar íroknaðir.
Møgulig broytingaruppskot ella mótmæli, skulu skrivliga verða býráðnum í hendi í seinasta lagi mánadagin 9. november 2026.
GG: Øll økir, ið ikki eru lýst í teknlýsingini, eru sambært byggisamtyktini "J" Landbúnaður.