Sjálvgreiðsla

Tíðindi

Kunngerð um broyting av byggisamtykt - Streymnes

28.09.2026

Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21.mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir, sum seinast er broytt við lógtinglóg nr. 19 frá 18. mars 2013, verður við hesum boða frá, at Sunda kommuna á býráðsfundi tann 31. august. 2026 hevur samtykt at gera broyting í býarskipanini fyri part av matr. nr. 183, Streymnes.

Talan er um at broyta býarskipanina fyri part av matr. nr. 183 í Streymnesi frá øki "J" Landbúnaður til øki "B" Bústaðarøki.

Tilfar, sum lýsir uppskotið um broyting í býarskipanini liggur frammi til alment eftirlit á heimasíðuni hjá Sunda kommunu (sunda.fo) og á býráðsskrivstovuni í arbeiðstíðini frá mánadegnum 28. september 2026 til mánadagin 26. oktober 2026, báðir dagar íroknaðir. 

Møgulig broytingaruppskot ella mótmæli, skulu skrivliga verða býráðnum í hendi í seinasta lagi mánadagin 9. november 2026.

GG: Øll økir, ið ikki eru lýst í teknlýsingini, eru sambært byggisamtyktini "J" Landbúnaður.