Tíðindi
Dagtilhaldið Blákollan letur upp eftir summarsteðg
23.08.2019
Týsdagin 27. august kl. 14.00 letur Dagtilhaldið Blákollan á Oyri upp aftur eftir summarsteðgin.
Dagtilhaldið heldur til á Hornavegi á Oyri og hevur opið týsdagar og hósdagar millum klokkan 14 og 18. Dagtilhaldið er fyri borgarar úr allari kommununi og hevur støðugt vaksandi undirtøku.
Leiðari fyri Blákolluni er Winnie Hansen.
Skipað verður javnan fyri tiltøkum av ymsum slagi. Annars fáast fólk við ymiskt ítriv, kortspæl og læra seg at brúka teldu. Eisini eru rógvimaskinur og renniband til taks.
Verið vælkomin!
Seinastu tíðindi
29
jan
Kommunustjóri til Sunda kommunu
28
jan
Tænastugjøld á tóm býli
28
jan
Undantaksloyvi givið til at taða í Tjørnuvík
26
jan
Barsilsfarloyvisstarv til barnagarðsstovu á Dagstovninum á Flatinum
05
jan
Tøk grundøkir alment til sølu
17
des
Almennir býráðsfundir 2026
26
jan
Býráðsfundur 26. januar 2026
22
jan