Tíðindi

Royn teg við krossorðagátu

08.09.2019

"Reyði tráurin" til hesar mentanardagar er skrivaða orðið, tekstir og skaldskapur.

Sum nakað heilt nýtt eru tvær krossorðagátur í faldaranum sum er borin til øll húski í Sunda kommunu. Krossorðagáturnar eru serliga framleiddar til mentanardagar 2019.

Endamálið er at fáa fólk at spæla sær við orð og at skriva. At loysa krossorðagátur er mennandi fyri málførleika og rættstaving.

Ein krossorðagáta er til vaksin, sum er eitt sindur torfør og ein barnakrossorðagáta er, sum er eitt sindur lættari. Megnar tú at finna loyniorðið er at senda tað við telduposti til sunda@sunda.fo og viðmerkja "Krossorðagáta". 

23. september 2019 verður kasta lut millum øll sum hava sent inn. Ein vinnari verður funnin fyri barnakrossorðagátuna og ein fyri krossorðagátuna til vaksin. Vinningarnir eru hesir:

Krossorð: Føroyskar bøkur og 500kr.

Barnakrossorð: Føroysk bók og 200kr.

Tað er Bergur Dalsgaard sum hevur gjørt krossorðagáturnar.

Seinastu tíðindi

29
jan
Kommunu­stjóri til Sunda kommunu
28
jan
Tænastugjøld á tóm býli
28
jan
Undantaks­loyvi givið til at taða í Tjørnuvík
26
jan
Barsilsfar­loyvisstarv til barnagarðs­stovu á Dagstovni­num á Flatinum
05
jan
Tøk grundøkir alment til sølu
17
des
Almennir býráðsfundir 2026
26
jan
Býráðsfundur 26. januar 2026
22
jan
Innskriving til 1. flokk