Tíðindi
Jólahugni hjá Pensjónistafelagnum
25.11.2019
Mánakvøldið 2. desember kl.19.00 skipar Sunda Pensjónistafelag fyri jólahugna í Blákolluni í Oyri.
Á skránni verður hugnaligur drekkamuður, sangur og harmonikuspæl við Zaggi. Umframt hetta kemur Gudrun Joensen úr Hósvík at hugleiða um síni barnajól.
Øll eru vælkomin.
Nevndin
Sunda penjsónistafelag er fyri allar borgarar í Sunda kommunu, ið eru 60 ár ella eldri.