Tíðindi
Góð ráð í stormi
07.01.2020
Boðað verður frá sera ringum veðri í kvøld 7. januar og í morgin 8.januar.
Heitt verður á allar borgarar og virkir um at fylgja hesum ráðum og soleiðis fyribyrgja álvarsligum skaðum:
- Bein burtur alt leyst, sum liggur rundan um húsið
- Tað, sum ikki kann fáast burtur, kann kanska bindast fast
- Eru trø rundan um húsið, so er best at beina fyri brákaðum greinum, sum ikki eru niðurdotnar
- Minst til at tryggja ella taka niður trampolinir og annað, ið tekur nógvan vind á seg
- Siga veðurtíðindini frá stormi, so má ansast eftir, at rútar og hurðar í bilinum eru væl afturlatin.
Er stormskaðið hendur eigur at boðast frá til løgregluna á 112, sum so gevur sløkkiliðnum boð.
Sunda kommuna
Seinastu tíðindi
07
jan
Ein vinarlig áheitan á bileigarar
06
jan
Bárður Davidsen 10 ára starvsdag
05
jan
Tøk grundøkir alment til sølu
19
des
Heiðran av sløkkiliðsfólkum
17
des
Almennir býráðsfundir 2026
07
jan
Bussleiðin avlýst
05
jan
Prísurin fyri grundstykkir lækkar
22
des