Tíðindi

ADHD-felagið á rundferð: Eysturoy

10.01.2020

Saman við Sunda kommunu skipar ADHD-felagið fyri kunningartiltaki um ADHD hjá bæði børnum og vaksum í Eydnuni á Oyrarbakka hóskvøldið 23. januar 2020 kl. 19.00.

Tiltakið er tað næsta av seks kring landið, og er ein liður í at kunna um ADHD og vinna viðurkenning, bæði millum manna, avvarandi og fakfólk. Tí einans við vitan ber til at skapa eitt samfelag, har fólk við ADHD fáa tær tillagaðu fortreytir og karmar, ið tryggja trivnað, menning og framstig.

Tiltakið er alment og er ætlað øllum áhugaðum, fólkum við ADHD, avvarandi og fakfólkum.

Á skránni eru fyrilestar um børn og ADHD og vaksin og ADHD við fakfólki frá Barnapsykiatriini og Psykiatriska deplinum. Eitt foreldur at barni við ADHD sigur sína lívssøgu og ein, sum fekk staðfest ADHD sum vaksin sigur sína søgu.

Fundurin endar umleið kl. 21.45.

Fundurin er fyri øllum. Øll, sum taka undir við endamál felagsins kunnu melda seg sum lim.

Seinastu tíðindi

04
nov
Jóla­trø­ini verða tendrað og jóla­brandbilu­rin vitjar
30
okt
Skatta­listin 2024
21
okt
Umsjónar­fólk til umhvørvisplássið
21
okt
Umsjónar­fólk til ognareindina
09
okt
Skrivari til Barna­verndar­tænastuna í VEKS
06
okt
Koppseting ímóti beinkrím og Covid19
30
sep
Kavagrevstur
26
sep
Burturbeining av leivdum frá fletting