Tíðindi

  • Heðin Zachariasen, borgarstjóri, bjóðar vælkomin. | Mynd: Sunda kommuna
  • Bjørg Dam, forkvinna í ADHD felagnum | Mynd: Sunda kommuna
  • Rókur av Fløtum Jespersen, psykologur á barnapsykiatriini | Mynd: Sunda kommuna
  • Tórmóður Stórá, psykiatari á psykiatriska deplinum | Mynd: Sunda kommuna
  • Bára Silvansdóttir | Mynd: Sunda kommuna

250 fólk til fund um ADHD

24.01.2020

Hóskvøldið 23. januar skipaði ADHD felagið saman við Sunda kommunu fyri kunnandi fundi um sjúkuna ADHD.

Tiltakið var sera væleydnað og salurin var stúgvandi fullur av fólki, sum vóru komin at lurta. 

Heðin Zachariasen borgarstjóri í Sunda kommunu bjóðaði vælkomin og helt stutta røðu. Síðani vóru fleiri sera áhugaverdir fyrilestrar og framløgur.

Tey sum greiddu frá vóru: Tormóður Stórá Psykiatari á Psykiatriska Deplinum og Rókur av Fløtum Jespersen psykologur á Barnapsykiatriini, ið eru av fremstu fakfólkum innan økið, sum greiddu frá ávikavist um vaksin og børn við ADHD.

Bára Silvansdóttir segði frá, hvussu tað er at fáa staðfest ADHD sum vaksin og Bjørg Dam, sum hevur barn við ADHD, segði sína søgu.

Tiltakið er liður í upplýsing um ADHD og forklárar avbjóðingarnar hjá fólkum við ADHD. Við at skilja orsøkirnar ber til at hjálpa og tillaga, soleiðis at bæði børn og vaksin við ADHD kunna mennast og fáa eina munandi betri lívsgóðsku.

Røða borgarstjórans kann lesast her:

 

Góðu áhoyrarar og fyriskiparar

Eg fari við hesum at bjóða tykkum øllum vælkomnum til henda kunnandi fundin um ADHD, sum ADHD-felagið hevur bjóðað til.

Okkara størsta avbjóðing sum kommuna og samfelag er at skapa einar Føroyar har okkara børn og ung trívast og festa rót.

Tað kennist tó tungt viðhvørt at røkka øllum, og vit eiga at tora at tosa um hvat vit hvør í sær kunnu gera fyri at øll skulu kenna seg væl.

Við viðgerð kunna børn, ung og vaksin við ADHD fáa eina lívsgóðsku ájavnt við øll onnur. Men eisini er tørvur á at vit sum kommunur, stovnar og avvarandi gera okkara part.

Hetta er ein avbjóðing sum má loysast í felag.

Størsti parturin av teimum við ADHD í Føroyum vita tað ikki, og fáa tí onga viðgerð. Tí eigur kunning og opinleiki um sjúkuna at fáa hægstu raðfesting.

Her kunnu vit øll gera okkara til, at skapa størri opinleika og tolsemi. Við vitan ber til at skapa eitt samfelag, har fólk við ADHD fáa tær tillagaðu fortreytir og karmar, ið tryggja trivnað, menning og framstig.

Eg vil takka ADHD felagnum, tær Bjørg, fyri at tit valdu at koma her við hesum kunnandi tiltaki. Og vóni at vit øll fáa at gevandi og kveikjandi kvøld saman.

Hjartaliga vælkomin til tiltakið

Takk

 

Seinastu tíðindi

24
apr
Býráðsfundur 29. apríl 2024
24
apr
Stongt flaggdagin
24
apr
Leiðari fyri frítíðarundirvísing­ina settur
23
apr
VÆLKOMIN Í 50 ÁRA FØÐINGARDAG
23
apr
Konsert í gjónni við Gjógv 28. apríl 2024
22
apr
Flaggdagshald í Hvalvík
19
apr
Avloysari til Dagstovnin við Stórheygg í Hósvík
09
apr
Stuðul til ítróttarfeløg, frítíðarvirksemi og áhugafeløg