Tíðindi
Svimjihylurin letur upp 18. mai
14.05.2020
Vit gleða okkum til aftur at kunnu bjóða tær at svimja í okkara deiliga svimjihyli á Oyrarbakka.
Tó verður ikki møguligt at nýta sauna. Heitt verður á øll um at virða tilmælini viðvíkjandi korona.
Opið er soleiðis:
Mánadag 17.00-19.00: Almenn svimjing
Mikudag 17.00-20.00: Skúlabørn
Fríggjadag 17.00-20.00: Almenn svimjing (heitur hylur)
Leygardag 08.00-13.00: Barnafamiljur (heitur hylur)
Hylurin er stongdur í skúlaferium.