Tíðindi

Norðljómur fær egin høli

03.07.2020

Á býráðsfundinum 29. juni varð samtykt, at geva tónlistaskúlanum Norðljómi egin høli í Sunda kommunu.

Tá nýggi Skúlin við Streymin er tikin í nýtslu verða hølini í niðaru lon (fyrrv. Norðskála/Oyrar skúli) gjørd um til virksemi hjá tónlistaskúlanum Norðljómi.

Samtykt er, at Norðljómur fær í minsta lagi 3 skúlastovur á 20 fermetrar íroknað goymslurúm, kontór, lærarastovu og Skálan, sum er tónleikahøll, ið er vælegnað til konsertir. 

Umvæling av hølunum og játtan til hetta verður viðgjørd í sambandi við fíggjarætlanina fyri 2021.

Tónlistaskúlin Norðljómur, sum er eitt samstarv millum Eiðis og Sunda kommunur, hevur mong ár á baki og hevur í dag 71 næmingar og 8 lærarar umframt leiðaran, Oddur Hentze.

Við hesum vónar trivnaðarnevndin, at stimbra og fjálga um tónleikaundirvísingina til børn og ung í kommununi.

Seinastu tíðindi

22
des
Lesa til próvtøku um jóltíðir?
19
des
Heiðran av sløkkiliðs­fólkum
17
des
Almennir býráðsfundir 2026
16
des
Prísurin fyri grund­stykkir lækkar
15
des
Kommunuskrivstovan fer í jólafrí
12
des
Fitt vitjan á kommunuskriv­stovuni
10
des
Stuðul til nýggjárshald
09
des
Býráðsfundur 15. desember 2025