Tíðindi
Broyting í valstaðið í Hvalvík
26.10.2020
Sunda kommuna hevur gjørt av, at flyta valstaðið í Hvalvík yvir í ítróttahúsið við Margáir í Streymnesi.
Høvuðsorsøkin er, at atkomuviðurskiftini í Hvalvíkar skúla vóru ikki nøktandi. Skúlin hevur sera nógvar trappur og tí varð avgjørt at flyta valstaðið til Ítróttahúsið við Margáir í Streymnesi. Gingið verður inn omanfyri og atkomuligt er við koyristóli.
Valstaðið í ítróttahúsinum í við Margáir í Streymnesi er fyri borgarar í bygdunum Hvalvík, Streymnes og Saksun.
Atkvøðugreiðskan byrjar kl. 10.00 fyrrapart og endar kl. 20.00, ella so leingi veljarar møta uttan steðg.
í Sunda kommunu eru seks valstøð:
- Veljarar búsitandi við Gjógv velja í skúlanum við Gjógv.
- Veljarar búsitandi við Norðskála, á Oyrarbakka og á Oyri velja í Eydnuni á Oyrarbakka.
- Veljarar búsitandi í Tjørnuvík velja í bygdahúsinum í Tjørnuvík
- Veljarar búsitandi í Haldórsvík og á Langasandi velja í skúlanum í Haldórsvík. (loftið)
- Veljarar búsitandi í Hvalvík, Streymnesi og í Saksun velja í Ítróttahúsinum við Margáir í Streymnesi.
- Veljarar búsitandi í Hósvík velja í skúlanum í Hósvík.
Seinastu tíðindi
07
jan
Ein vinarlig áheitan á bileigarar
06
jan
Bárður Davidsen 10 ára starvsdag
05
jan
Tøk grundøkir alment til sølu
19
des
Heiðran av sløkkiliðsfólkum
17
des
Almennir býráðsfundir 2026
07
jan
Bussleiðin avlýst
05
jan
Prísurin fyri grundstykkir lækkar
22
des