Tíðindi

Fíggjarætlan fyri 2021 samtykt

01.12.2020

Á býráðsfundi 30. november 2020, varð fíggjarætlanin hjá Sunda kommunu fyri 2021 endaliga samtykt.

Fíggjarætlanin javnvigar við 105 mió. kr.

Barnafrádrátturin hækkaður úr kr. 5.000 til kr. 6.000,  meðan skattaprosentið og dagstovnagjøldini eru tey somu sum undanfarin ár.  Skuldin verður niðurgoldin við 10 mió. kr. og kommunan ger íløgur fyri 7,4 mió. kr.

Í sínum íløguraðfestingum hevur býráðið sett pening av til at ígongdseta arbeiðið innan útstykking og kirkjugarðar, samstundis sum kloakkirnar í Tjørnuvík, Haldórsvík og við Norðskála skulu gerast lidnar. Eisini er umvæling av skúlanum á Langasandi og í Hvalvík raðfest. Samtykt varð í 2020 at Tónlistaskúlin Norðljómur skal húsast í niðaru lon í Skúlanum við Streymin. Har er peningur settur av til at innrætta hølini soleiðis at karmarnir vera góðir. Harumframt eru pengar settir av til bátahylin á Oyrarbakka og eisini fær tekniska øki eina hægri raðfesting. Í 2020 var farið undir at dagføra kommunuskrivstovuna. Á fíggjarætlanini fyri 2021 eru pengar játtaðir at gera hetta arbeiðið liðugt.

Mettu skattainntøkurnar fyri 2021 eru 74,8 mió kr., umframt eftirlønarskatt á 17,5 mió. kr., sum samanlagt geva 92,3 mió kr. Rakstrarútreiðslurnar eru mettar til 78,8 mió. kr.

Niðanfyri verða høvuðstølini í fíggjarætlanini fyri 2021 lýst. Samlaða Fíggjarætlan 2021 kann síggjast HER

Seinastu tíðindi

23
jan
Býráðsfundur 26. januar 2026
22
jan
Innskriving til 1. flokk
12
jan
Sunleif aftur á umhvørvisplássinum
07
jan
Ein vinarlig áheitan á bileigarar
06
jan
Bárður Davidsen 10 ára starvsdag
05
jan
Tøk grundøkir alment til sølu
19
des
Heiðran av sløkkiliðs­fólkum
17
des
Almennir býráðsfundir 2026