Tíðindi
Svimjihylurin opin aftur mánadagin
14.01.2021
Umvælingin av svimjihylinum er nú liðug og hylurin verður opin aftur mánadagin 18. januar frá kl. 17.00-19.00.
Upplatingartíðirnar hjá svimjihylinum og sauna í skúlanum við Streymin eru hesar:
- Mánadag 17.00-19.00: Almenn svimjing (sauna opið)
- Mikudag 17.00-20.00: Skúlabørn
- Fríggjadag 17.00-20.00: Almenn svimjing (heitur hylur og sauna opið)
- Leygardag 08.00-13.00: Barnafamiljur (heitur hylur og sauna opið)
- Hylurin er stongdur í skúlaferium.
Fólk skulu vera komin úr hylinum 15 minuttir áðrenn ásettu afturlatingartíð. Til ber tó at nýta sauna, brúsur og umklæðingarrúm til ásettu afturlatingartíð.