Tíðindi

Leys størv í Heimatænastuni í VEKS

08.04.2021

Heimatænastan í VEKS er eitt kommunalt samstarv innan eldraøkið ímillum Vestmanna- Eiðis-, Kvívíkar- og Sunda Kommunu. 

 

Hesi størv eru leys at søkja til:

Heimið á Grønanesi í Vestmanna, sum eisini fevnir um útiøkið í Vestmanna- og Kvívíkar Kommunu.

Røktarheimið á Mørkini í Streymnesi, sum eisini fevnir um útiøkið á Streymoynni við Sundalagið.

Korndalsbýlið á Eiði, sum eisini fevnir um útiøkið á Eysturoynni við Sundalagið og við Gjógv.

 

Fast starv:

  • Sjúkrarøktarfrøðingur til Heimið á Grønanesi, brøk 0,7 - at byrja skjótast til ber.

Tíðaravmarkað størv:

  • Heilsurøktari til Heimið á Grønanesi, brøk 0,8 – í tíðarskeiðnum 01.05.2021 til 31.08.2021.
  • Heilsurøktari til Røktarheimið á Mørkini, brøk 0,7 – í tíðarskeiðnum 01.05.2021 til 31.08.2021.
  • Sjúkrarøktarfrøðingur til Korndalsbýlið, brøk 0,7 – í tíðarskeiðnum 01.05.2021 til 30.09.2021.

Førleikar / krøv

Vit sóknast eftir fólki sum m.a. hava:

  • jaligan hugburð til virksemið og sosiala umhvørvið í síni heild, í tøttum samstarvi við leiðarar, fakbólkar, starvsfólkahóp og einstaka borgaran.
  • viðkomandi útbúgving og góðkenning og áhuga fyri at menna eldraøkið.
  • telduførleika á brúkarastøði.
  • koyrikort til persónbil.

Tað er ein fyrimunur um umsøkjararnir hava áhuga fyri:

  • persónssentreraðari røkt
  • palliativari viðgerð og røkt
  • ADL

Vit kunnu bjóða

  • fjølbroytt størv.
  • jaligt og vinarligt arbeiðsumhvørvi.
  • skipaða innleiðslu.

Setanar- og lønarviðurskifti

Setanarstaðið er Heimatænastan í VEKS, við útgangsstøði frá støðunum, sum nevnd eru omanfyri.

Arbeitt verður í skiftandi vaktum.

Størvini verða sett sambært sáttmála hjá avvarðandi fakfelag.

Umsóknir

Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, lívsrensli (CV), viðmælum v.m. skal sendast til veks@veks.fo ella til: Heimastænastan í VEKS, Bakkavegur 59, 350 Vestmanna.

Freist

Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin 22. apríl 2021, kl. 12:00.

Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til:

  • Miu Pedersen, leiðara á Heiminum á Grønanesi, á telefon 793231.
  • Anniku Torbjarnardóttir, leiðara á Røktarheiminum á Mørkini, á telefon 793251.
  • Helfrid Kruse Poulsen, leiðara á Korndalsbýlinum, á telefon 793259.

Upplýsingar um VEKS og virksemi okkara, eru á heimasíðuni www.veks.fo

Seinastu tíðindi

01
jul
Nýggjur leiðari fyri Barna­verndar­tænastuna
26
jun
Skrivstovunæm­ingur til Sunda kommunu
25
jun
Námsfrøð­ingur til Dagstovnin við Kráir
24
jun
Jógvan Philbrow nýggjur dagstovnaleiðari
23
jun
Betur umstøður til Sunda sløkkilið
23
jun
Stongt vegna skeiðsvirksemi
20
jun
Fráfaringarløtan hjá Rosu Prestá
19
jun
Námsfrøð­ingur til Dagstovnin við Stórheygg