Sjálvgreiðsla

Tíðindi

Bátahugnin hjá Sundalags Bátafelag er útsettur til leygardagin 12. juni

31.05.2021

Bátahugnin 2021 er útsettur til leygardagin 12. juni. Eins og undanfarin ár verður siglt av Selatrað kl. 1330 til Hvalvíkar, har Sundalags Bátafelag bjóðar vælkomin við einum ábiti í teltinum. Seinni um kvøldið verður felagssangur við harmonikuspæli í teltinum.

Møguleiki er at tilmelda bátin ella kampingvognin á tlf 284842, men er avmarka við plássið í ár og eru longu nú nógvar tilmeldingar.

Konstaðurin er 300 kr fyri bátin ella kampingvognin. Írokna hetta er atgongd til streym, vatn, tøming af septanga, atgongd til olju o.a. 

Skrá:

Kl. 13.30 Sigla frá Selatrað til bátahylin í Hvalvík. 

Kl. 15.00 - 17.00 smyrjibreyð til báta- og kampingfólk í teltinum.

Kl. 17.00  Grillaður grísur og búffar fáast til keyps frá Ørvaroddar við bátafelagshúsið.

Kl. 20.30 Felagssangur við harmoniku spæli 

Kl. 23.00 Lutaseðlarnir sum verða seldir á økinum verða trektir.

 

Øll eru hjartaliga vælkomin

Sundalags Bátafelag.