Tíðindi

Skráin fyri Mentanardagar 2021

03.09.2021

Skráin fyri Mentanardagar 9.-18. september 2021, er nú klár og tøk á heimasíðuni. Eisini verður ein snotiligur faldari borin út til øll húski í Sunda kommunu í vikuskiftinum.

Mentanardagar í Sunda kommunu er eitt afturvendandi tiltak, har dentur verður lagdur á virkisandan og mentanina, ið sprettur í økinum. Fyrr í summar bjóðaði kommunan øllum, sum høvdu hug og áræði, at skipa fyri tiltøkum, at koma við sínum ískoyti til skránna. Tað er tí borgarum og felagsskapum í kommununi at takka, at vit aftur í ár kunnu bjóða eina sera rúgvusmikla skrá við hópin av størri og smærri tiltøkum, í nærum øllum bygdunum í kommununi.

Á skránni eru fleiri listaframsýningar, framløgur og fyrilestrar, barnatiltøk og familjuhugni, spákingartúrar og hagatúrur við frásøgufólki, tónleikur, hugnaløtur og mangt annað. Roynt hevur verið at miða breitt, so okkurt er til allar aldursbólkar og áhugamál. Øll tiltøkini eru ókeypis.

skránna her

Sunda kommuna hevur í mong ár verið partur av ABC fyri sálarliga heilsu, ið Fólkaheilsuráðið stendur fyri. Seinasta tíðin hevur bjóðað okkara sálarligu heilsu av á ymsan hátt, og tí hevur tað serliga stóran týdning, at vit nú geva okkum far um aftur at vera virkin, vera saman og vera hugbundin. Mentanardagarnir eru eitt gott høvi at vera virkin, luttaka í tiltøkunum og verða hugbundin í tí man upplivir. Mentanardagarnir eru somuleiðis eitt gott høvi at vitja runt í kommununi, eisini har man sjálvdan kemur, ella ongantíð hevur verið fyrr, samstundis sum man møtir kendum fólki og fólki man ikki kennir frammanundan.

Vælkomin til Mentanardagar í Sunda kommunu 9. – 18. september 2021.

Fylg Mentanardøgunum í Sunda kommunu á facebook @mentanardagarisundakommunu og fá alt við!

Seinastu tíðindi

24
apr
Býráðsfundur 29. apríl 2024
24
apr
Stongt flaggdagin
24
apr
Leiðari fyri frítíðarundirvísing­ina settur
23
apr
VÆLKOMIN Í 50 ÁRA FØÐINGARDAG
23
apr
Konsert í gjónni við Gjógv 28. apríl 2024
22
apr
Flaggdagshald í Hvalvík
19
apr
Avloysari til Dagstovnin við Stórheygg í Hósvík
09
apr
Stuðul til ítróttarfeløg, frítíðarvirksemi og áhugafeløg