Tíðindi

Leys størv í Heimatænastuni í VEKS

30.09.2021

Hesi størv eru leys at søkja til Røktarheimið á Mørkini í Streymnesi, sum eisini fevnir um útiøkið í bygdunum í Sunda Kommunu á Streymoynni.

Føst størv:

  • Sjúkrarøktarfrøðingur, brøk 0,7.
  • Heilsurøktari, brøk 0,7.
  • Heilsuhjálpari, brøk 0,7.

Byrjanardagur skjótast gjørligt ella eftir avtalu.

Førleikar / krøv

Vit sóknast eftir fólki sum m.a. hava:

  • jaligan hugburð til virksemið og sosiala umhvørvið í síni heild, í tøttum samstarvi við leiðarar, fakbólkar, starvsfólkahóp og einstaka borgaran.
  • viðkomandi útbúgving og góðkenning og áhuga fyri at menna eldraøkið.
  • telduførleika á brúkarastøði.
  • koyrikort til persónbil.

Vit kunnu bjóða

  • fjølbroytt størv.
  • jaligt og vinarligt arbeiðsumhvørvi.
  • skipaða innleiðslu.

Setanar- og lønarviðurskifti

Setanarstaðið er Heimatænastan í VEKS, við útgangsstøði frá staðnum, sum nevnt er omanfyri.

Arbeitt verður í skiftandi vaktum.

Størvini verða sett sambært sáttmála hjá avvarðandi fakfelag.

Umsóknir

Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, lívsrensli (CV), viðmælum v.m. skal sendast til veks@veks.fo ella til: Heimastænastan í VEKS, Bakkavegur 59, 350 Vestmanna.

Freist

Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 15. oktobur 2021, kl. 12:00.

Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til:

  • Anniku Torbjarnardóttir, eindarleiðara á Røktarheiminum á Mørkini, telefon 793251.

Upplýsingar um VEKS og virksemi okkara, eru á heimasíðuni www.veks.fo 

Seinastu tíðindi

28
okt
Bakteriur í drekkivatni­num við Áir, Langasandi og Haldórsvík
27
okt
Seyða­sýningin 2025
23
okt
Starvs­fólki til frítíðarskúlan í Hósvík og dagstovnin við Stórheygg
21
okt
Umsjónar­fólk til umhvørvisplássið
21
okt
Umsjónar­fólk til ognareindina
09
okt
Skrivari til Barna­verndar­tænastuna í VEKS
06
okt
Koppseting ímóti beinkrím og Covid19
30
sep
Kavagrevstur