Tíðindi

Forkunnug føðingardagskonsert á Eiði

04.10.2021

Leygardagin 9. oktober kl. 16 hevur Eiðis Ljómfelag konsert í Mentanarhøllini á Eiði.

Á skránni er fjølbroyttur tónleikur so sum “The Old Rugged Cross”, “Highland Cathedral”, “Så skimrande var aldrig havet” og kenda lagið “Kom og dansa” hjá Franz Lehár, sum orkestrið spælir í nýggjari útseting hjá Otniel Nygaard.

Eisini spælir orkestrið eina sirpu við 4 løgum, sum eiðismaðurin Johan Kallsoy (1892-1973) hevur skrivað umframt lagið hjá Hans Erlandi í Brekkunum til yrkingina “Eiði mín heimbygd”, sum Óli Egilstrøð (1916-1999) skrivaði.

Serliga forvitnislig er frumframførslan av tónleikaverkinum ‘Risin’, sum Atli Kárason Petersen tónaskald hevur skrivað til orkestrið.

Konsertin er í sambandi við, at Eiðis Ljómfelag hevur fylt 100 ár. Orkestrið varð upprunaliga stovnað í 1920, so 100 ára føðingardagurin var í fjør, men tá mátti konsertin avlýsast orsaka av koronastøðuni. Tey í Eiðis Ljómfelag hava kortini hildið, at 100 ára stovningarárið átti at vera markerað, og tað verður so gjørt við hesi konsertini.

Eiðis Ljómfelag telur í dag umleið 25 spælarar í øllum aldri. Flestu spælarar eru av Eiði og úr Sundalagnum.

Orkestrið er eitt harmoniorkestur, og tað merkir, at bæði messingblásarar og træblásarar spæla við.

Orkesturleiðarar til konsertina 9. oktober verða Oddur Magnusson Hentze og Otniel Nygaard. Forkvinna í orkestrinum er Katrin Dánjalsdóttir.

Kendi miðlamaðurin Kári Sólstein, sum eisini er royndur tónleikari, verður frásøgumaður á konsertin.

Konsertin varðir í umleið ein tíma, tað er ókeypis at koma at lurta og øll eru hjartaliga vælkomin.

Seinastu tíðindi

22
des
Lesa til próvtøku um jóltíðir?
19
des
Heiðran av sløkkiliðs­fólkum
17
des
Almennir býráðsfundir 2026
16
des
Prísurin fyri grund­stykkir lækkar
15
des
Kommunuskrivstovan fer í jólafrí
12
des
Fitt vitjan á kommunuskriv­stovuni
10
des
Stuðul til nýggjárshald
09
des
Býráðsfundur 15. desember 2025