Tíðindi

  • Seta prestar niður á gøtuni frá Langasandi | Mynd: Rósa Tovudóttir
  • Bygdagøtuskelti | Mynd: Rósa Tovudóttir
  • Arbeiðsfólk | Mynd: Rósa Tovudóttir
  • Prestar | Mynd: Rósa Tovudóttir
  • Arbeiðsfólk | Mynd: Rósa Tovudóttir
  • Bøgarðsportur í Hvalvík | Mynd: Rósa Tovudóttir
  • Arbeiðstoymið við Norðskála | Mynd: Rósa Tovudóttir

Bøta um bygdagøturnar í Sundalagnum

06.10.2021

Í summar setti Sunda kommuna sær fyri at bøta um og uppmerkja almennu bygdagøturnar í kommununi.

Við hesum ynskti kommunan at fáa gjørt nakrar gøtur í økinum, sum eru tryggar at vísa ferðafólki á, at ganga sær ein túr. Høvuðsdentur varð lagdur á nakrar av teimum bygdagøtum sum Visit Faroe Islands hevur eyðmerkt og lagt út á nýggju heimasíðuni bygdagøtur.fo. Hesar eru allar almennar farleiðir, ið øll kunnu nýta.

Kommunan raðfesti at gera hesar gøturnar fyrst: Hvalvík – Leynar/Kvívík/Vestmanna, Oyri – Skálafjørður, Norðskáli – Funningsfjørður, Langasandur – Streymnes og Saksun – Langasandur.

Kommunan hevur tilætlað valt gøtur, sum í dag ikki eru tær kendastu gøturnar í økinum. Hetta er gjørt í eini vón um, at vit kunnu flyta tey vitjandi út yvir eitt størri øki, heldur enn at øll miðsavna seg um tær fáu og mest vitjaðu gøturnar.

Ætlanin var ikki at gera størri inntriv í náttúruna men bert at seta bygdagøtu- og ávísingarskelti upp, hampa um varðarnar og seta prestar niður, har tað er ov langt millum varðarnar, rudda gøturnar og hampa um, har tørvur er á tí og seta upp portur og vinarstigar, har hegn er á leiðini. Enn mangla onkur portur og bygdagøtuskelti verða eisini sett upp í næstum.

Sunda kommuna hevur fingið játtað stuðul frá Visit Faroe Islands til arbeiðið. Tvær ferðir um árið letur Visit Faroe Islands nevniliga stuðul til vinnuligar- og almennar verkætlanir, ið kunnu hækka støðið og skipa ferðavinnuna kring landið. Í 2021 varð stuðulsupphæddin oyramerkt til gøtuverkætlanir í øllum Føroyum. Stuðulin verður latin við støði í krónu-fyri-krónu meginregluni, ið merkir, at kommunan fíggjar helmingin av verkætlanarkostnaðinum og fær stuðul til hin helmingin.

Seinastu tíðindi

16
okt
Dagføring: Vatnið í Tjørnuvík
09
okt
Skrivari til Barna­verndar­tænastuna í VEKS
06
okt
Koppseting ímóti beinkrím og Covid19
30
sep
Kavagrevstur
26
sep
Burturbeining av leivdum frá fletting
03
okt
Broyttar upplatingartíðir frá 6. oktober
03
okt
Umhvørvisplássið stongt leygar­dagin
03
okt
Dagføring av byggisamtyktarteksti­num